02.08.2011

Verkætlanin Okkara Lív sum Eldri liðug




OLE2 endaði við tvørtjóðarligari ráðstevnu í Lulå seinast í mai. Her vóru møtt yvir 100 fólk at hoyra um úrslitini í verkætlanini. Bæði vóru framløgur, sum verkætlanarfólkini hildu, og eisini innbodnir fyrilestrahaldarar.

Stórur áhugi hevur verið uttaní frá um verkætlanina, og tá serliga fyri okkara viðkomandi í Netverk, har íverksetanin er framd í so tøttum samstarvi við brúkararnar - pensjónistarnar sjálvar. Málið hjá okkum hevur verið, at tey eldru sjálvi skulu taka initativið til aktivitetir í teirra gerandisdegi, og til hetta, hava pilotkommunurnar latið høli har tey eldru kunnu møtast og vera saman um aktivitetir.

Annað mál hjá okkum var, at gera aktivitetir fyri eldri borgarar og yngri ættarlið. Hetta vísti seg at vera ein sonn sólskynssøga, har 6. flokks næmingar frá Giljanes skúla vitja ellisheimið á Sýnini og eru saman við búfólkunum og kunna seg um arbeiðsgongdina á einum ellisheimi.

Annar partur av Netverk var møtistað á alnótini. Hesin partur var framdur við at stovna heimasíðuna www.eldri.fo. Her hava, millum annað, tilhaldini møguleika á at legja út tilfar og upplýsingar um tiltøk tey hava. Landsfelag Pensónista hevur yvirtikið heimasíðuna aftaná at verkætlanin er liðug, og fer at røkja hana í framtíðini.

Úrslitini av verkætlanarpartinum Netverk á føroyskum er at finna her.

Onnur úrslit frá verkætlanini eru tøk á ourfuture.eu.

Aftur