Umboðsráðsfundur

 

Føroya Kommunufelag helt sín 43. umboðsráðsfund í seinasta vikuskifti.

Fríggjadagin 18. februar, var sjálvur umboðsráðsfundurin við fastari skrá sambært lógum felagsins. Á fundin møttu 22 umboðsráðslimir.

Skjøl frá umboðsráðsfundinum:

Ársfrágreiðing Føroya Kommunufelags 2010

Roknskapur FKF 2010

Umboðsfundarfrásøgn 18. februar.

 

Umleið 80 fólk møttu á leygardagsfundinum, at lurta og taka lut í umrøðuni av m.a. ætlanunum um at broyta kommunala bygnaðin og flyta eldra økið til kommunurnar.

Fleiri landsstýrismenn og embætisfólk teirra luttóku við framløgum um kommunalu umskipanina, sum var tema dagsins.

Framløgur:

  1. 1. Virksemið á skrivstovu Føroya Kommunufelags í 2010, Sveiney Sverrisdóttir, skr. og Bergmann Finnsson, ráðgevi.

  2. 2. Arbeiðssetningurin hjá Agenda 21 stovuni 2011, Kári Thomsen, leiðari.

  3. 3. Framtíðarætlanir á kommunala økinum, Annika Olsen, lsm. í Innlendismálum.

  4. 4. Nýggja pensionsskipanin og ávirkan hennara á kommunubúskapin.

    Kári Petersen, ráðgevi í Landsbankanum, greiddi frá hvørja ávirkan nýggja skipanin fer at hava á kommunubúskapin.

    Kári vísti eisini hesar útrokningar, 

Kommunumeirinntøka av bruttofisering (xlsx format), og sama skjal í xls formati.
Kommunuskattamissur av skattahámarki (xlsx format), og sama skjal í xls formati.

  1. 5. Fíggjarviðurskiftini í ætlaðu kommunalu umskipanini.  Sofus D. Johannesen, embætismaður í Fíggjarmálaráðnum,
  2.     greiddi frá uppskoti í Kommunuálitinum um  hvussu øki sum flyta til kommunurnar, kunnu fíggjast.

  3. 6. Rósa Samuelsen, lsm. í almannamálum, greiddi frá flyting av eldra økinum til kommunurnar.

  4. 7. Helena Dam á Neystabø, lsm. í mentamálum, greiddi frá bygnaðar- og lógarbroytingum á mentaøkinum og
  5.     0-16 ára økinum, við serligum denti á fólkaskúlan.

Aftur - Heim