Umboðsráðið
§4. Á fyrsta kommunustýrisfundi eftir at kommunuval hevur verið, velur hvør limakommuna millum kommunustýrislimirnar ein umboðsráðslim og ein varalim til umboðsráðið, sum kemur saman áðrenn 1. mars í tí árinum.
§5. Hvør umboðsráðslimur hevur 1 atkvøðu.
2. petti. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta tá einki annað er tilskilað. Um atkvøðurnar standa á jøvnum, er uppskotið fallið.
3. petti. Tá veljast skal millum fleiri uppskot, verður meirilutavalháttur brúktur. Fyrst verður valt millum øll uppskotini. Um eitt uppskot fær meira enn helmingin av greiddu atkvøðunum ella fær bara eitt uppskot atkvøður, er hetta samtykt. Um hesar treytir ikki eru loknar, verður atkvøtt umaftur millum øll uppskotini. Fær eitt uppskot hesa ferð meira enn helmingin av greiddu atkvøðunum ella fær bara eitt uppskot atkvøður, so er hetta samtykt. Eru treytirnar ikki loknar, verður bundið val millum tey bæði uppskotini, sum við aðru atkvøðugreiðslu fingu flestar atkvøður. Um tað stendur á jøvnum millum uppskotini, so verður við lutakasti avgjørt hvørji uppskot valt skal verða ímillum við bundna valið. Standa atkvøðurnar á jøvnum eftir bundna valið, verður avgerðin tikin við lutakasti.
§6. Umboðsráðið er hægsta vald felagsins.
2. petti. Umboðsráðið er viðtøkuført tá helvtin av limunum eru møttir.
§7. Boðað verður til umboðsfund ein mánað frammanundan.
2. petti. Formaðurin avger hvar fundurin skal vera.
3. petti. Formaðurin lýsir til fundar, tá hann heldur tað nýtist. Annars verður í minsta lagi ein fundur um árið.
4. petti. Undir heilt serstøkum umstøðum kann formaðurin kalla til eykafund við styttri frest, enn ásett er í hesi grein, og kann tá verða boðað ígjøgnum telefon við tilskilan um, hvat skal koma til viðgerðar. Í slíkum føri skal umboðsráðið, sum fyrsta mál, góðkenna fundin og skránna.
§8. Fundarskrá verður kunngjørd limakommununum skrivliga saman við fundarboðunum.
2. petti. Á øllum fundum umboðsráðsins er val av fundarstjóra fyrsta mál á skránni, og hevur hesin leiðsluna av fundinum.
3. petti. Kommunustýri og kommunustýrislimir, sum vilja hava mál til viðgerðar á umboðsráðsfundi, skulu senda felagnum hesi skrivliga seinast 14 dagar áðrenn fundin.
4. petti. Tó kann fundurin avgera at taka mál upp, sum ikki lúka treytirnar í 3. petti, um meira enn helvtin av møttu limunum atkvøða fyri at taka málið upp. Undantikin hesu reglu eru tó mál, sum hava fíggjarliga týðandi avleiðingar fyri felagið og lógarbroytingar.
§9. Umboðsráðið avger hvussu mikið limagjaldið skal vera. Broytingar í limagjaldinum verða kunngjørdar kommununum skrivliga til ein 1. april.
2. petti. Umboðsráðið skal góðkenna roknskapin fyri undanfarna ár og velur grannskoðara fyri felagið.








