28.03.2012

Tilfar frá 44. umboðsráðsfundi Føroya Kommunufelags

Føroya Kommunufelag helt sín  44. umboðsráðsfund í februar mánaði. Skráin fyri umboðsráðsfundin var sambært lógum felagsins.

Eini 70 fólk møttu á almenna fundin leygardagin 25. februar, at lurta eftir fyrilestrum um  alternativa orku í kommunuhøpi.

 Fyrilestrahaldarar vóru bæði úr limakommununum og uttanlands frá. Greitt var frá tiltøkum sum eru sett í verk, fyri at minka um CO2 útlátið, og at gera kommununa burðardyggari.

Tilfar og framløgur frá fundunum hunnu heintast her.

Niðanfyri síggjast nakrar myndir frá fundinum.