Stýrisskipan
Skipan fyri stýrið hjá Føroya Kommunufelag
2009-2012
Fundarhald
Fundardagar verða ásettir 2 ferðir um árið; fyri fyrru helvt í byrjan av árinum og fyri seinni helvt áðrenn summarferiuna.
Stýrið fær boð um eykafundir við telduposti.
Miðað verður ímóti at, ávikavíst eina ferð um árið og eina ferð í valskeiðinum, heldur ávikavíst formaðurin og stýrið ein fund í hvørjum øki við lokalum kommunustýrislimum.
Tá stýrislimi berst frá at møta á stýrisfund, boðar hann skrivstovuni frá í seinasta lagi dagin fyri. Tá sendir skrivstovan eykalimunum fundarboð og skrá.
Fundarskrá verður løgd á heimasíðuna 4 dagar innan ein ásettan fund.
Mál sum koma inn til skrivstovuna aftaná útsendingarfreist, verða at góðkenna saman við fundarskránni í fundarbyrjan.
Mál sum tola avgreiðslu á alnótini, fylgja við næstu úrskrift av gerðabókini til undirskriftar.
Fundarleiðslu hevur formaðurin. Í øðrum, stýrisfundum viðvíkjandi, verða somu reglur nýttar sum í kommunustýrislógini.
Fundarfólk undirskriva gerðabókina tá fundurin er liðugur, ella tá tey fara av fundi.
Samsýningar
Formaðurin verður samsýntur við triðjungi av lønini samb. 36.1 lønarflokki Tænastumannasáttmálans við 15% í eftirløn.
Stýrislimir verða samsýntir fyri fundarluttøku sambært fundarsamsýningum landsins. Tíð til ferðing verður íroknað fundartíðina.
Við árslok verður ein hægsti fundarpeningur goldin fyri brúk av interneti o.ø.
Stýrislimir fáa dagpening samb. reglum landsins við ávísing uppá ferðatíð.
Allir stýrislimir fáa ferðing endurgoldna samb. takstum landsins og endurgjald fyri ferðaseðlar.
Umboðan
Formaðurin er talsmaður stýrisins mótvegis fjølmiðlunum o.ø.
Bólkaumboð geva frágreiðing um arbeiðið sum farið er fram í bólkum síðani seinasta stýrisfund. Sama er galdandi fyri aðrar fundir umboð felagsins møta á.








