
14. Mar 2011
Burðardygg menningarætlan fyri Suðuroy
Agenda 21 Stovan skipar fyri ráðstevnu á Hotel Øravík leygardagin hin 2.apríl har lýstar verða verkætlanir, ið kunnu stuðla undir einari burðardyggari menning fyri Suðuroy. les meir

Føroya Kommunufelag
frammi í Gerði 1
340 Kvívík
Tel: 42 18 10
Fax: 42 18 11
Email: kontakt@fkf.fo

Agenda 21 Stovan skipar fyri ráðstevnu á Hotel Øravík leygardagin hin 2.apríl har lýstar verða verkætlanir, ið kunnu stuðla undir einari burðardyggari menning fyri Suðuroy. les meir

Àrsfrágreiðingin hjá Agenda 21 stovuni 2010 er nú tøk. les meir
Føroya Kommunufelag heldur sín 43. umboðsráðsfund í døgunum 18. og 19. februar 2011, á Panassinum á hotel Hafnia. Fundurin 18. februar er einans fyri umboðsráðslimirnar. Fundarskráin er sambært lógum felagsins. les meir

Felagið skipar i týsdagin 8. februar fyri borgarstjórafundi, har nýggjasta útspælið frá IMR um framtíðar kommunala geiran, verður umrøtt. Annika Olsen, landsstýriskvinna, kemur á fundin, at greiða frá útspælinum og ætlaninum frameftir. les meir

Formennirnir í Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya og landsstýrisfólkini í Almanna-, Heilsu- og Mentamálum undirskrivaðu í dag nýggjan SSP-sáttmála. SSP er eitt formligt samstarv millum skúla, sosialar myndugleikar og løgregluna í Føroyum. Málið er, at skapa samstarv millum fakfólk, ið arbeiða við... les meir

Hoyringsskriv frá felagnum, við viðmerkingum til nýggjar lógir og kunngerðir, verða nú regluliga løgd út á heimasíðuna. Felagið fær øll uppskot til lógir og kunngerðir, sum viðkoma kommununum, til hoyringar. Uppskotini verða viðgjørd á stýrisfundi og hoyringsskriv síðan gjørd. Listin við hoyringsskrivum sæst... les meir

Føroya Kommunufelag ynskir øllum ein gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Skrivstovan er stongd frá 23. des. til 3. jan. ... les meir

Stór norðurlendsk ráðstevna um burðardygga menning verður í døgunum 31.januar til 2.februar 2011 skipað í býnum Turku í Finlandi. Meira kann lesast á heimasíðuni hjá Agenda 21 stovuni ... les meir