OLE2

Verkætlanin Okkara Lív sum Eldri - verksetan, stytt til OLE2, er nú liðug aftaná 3 ára arbeiði. Føroya Kommunufelag, saman við Porkeris kommunu, Sunda kommunu og felagskommununi í Vágunum, luttóku í partinum Netverk, har arbeitt var við óformellum møtistøðum, har pensionistar kunnu koma saman í felagsskapi og røkja síni áhugamál. Kunna teg um úrslitini av arbeiðinum.

Fyri at hoyra ljóðfilin á síðu 21 er neyðugt at hava nýggjasta Acrobat lesaran.

Til ber at lesa um onnur úrslit hjá OLE2 á heimasíðuni hjá verkætlanini: http://www.ourfuture.eu/, undir knappinum >Results<.

 

OLE2  verkætlanin hevur sett í verk hugskot, sum komu fram í fyrsta parti av ”Okkara Lív sum Eldri”. OLE2 hevur virkað í 8 kommunum í fimm londum.  Verkætlanin var framd í tøttum samstarvi við avvarðandi starvsfólk, borgarar, umsiting og politisku leiðsluna á hvørjum staði. Málið er at røkka framtíðarkrøvum, tørvi og ynskjum hjá okkara eldri borgarum.


Eldri tilfar:

Formaður FKF um OLE2

 

Verkætlanin byrjar

 

OLE2 vitjan á Akureyri

 

Aftur - Heim