30.03.2010

Nýggjur ráðgevi á Agenda 21 stovuni

Stýrið hjá Føroya Kommunufelag hevur avgjørt at seta Kára Thomsen arkitekt í starv sum Agenda 21 ráðgevi. Hann byrjar í starvinum aftaná páskir.

Í sínum privata virki, hevur Kári arbeitt við ymsum uppgávum innan bygging og planlegging fyri kommunurnar og er tí kendur í kommunala umhvørvinum. Kári er eisini kent ansigt í nátturu- og umhvørvishøpi. Hann hevur í nógv ár virkað í Føroya Nátturuverndarfelag og luttikið í almenna kjakinum um nátturuna, bæði her heima og í altjóða høpi.

Til starvið komu 9 umsóknir.

 

Aftur