27.06.2011

Virðisløn til OLE2

OLE2 vinnur fyrstu virðisløn í myndakapping hjá Regio Stars Award. Ein høgt metin virðisløn fra Europa sambandinum.

Ein stórsligin virðisløn, sigir tvørtjóðarligi verkætlanarstjórin, Anna-Lena Svensson, frá Luleå. Vit luttóku við eini mynd frá røðini “Aldur ger ongan mun”, sum var gørd, tá verkætlanin byrjaði. Myndin er eitt sterkt symbol fyri okkara arbeiði at hækka støðið á eldraøkinum í framtíðini. Verkætlanin hevur rokkið fleiri góðum útslitum, og  symbolikkurin í myndini og nú virðislønin merkist sum ein fín staðfesting av okkara arbeiði, endar ein fegin Anna-Lena.

“Fyri okkum føroysku luttakararnar er tað heilt stuttligt, at okkara verkætlan fær slík virðisløn”, siga tær Sveiney Sverrisdóttir, verkætlanarleiðari fyri Føroya Kommunufelag og tvørtjóðarligur leiðari fyri partinum Netverk, Gunnleyg Durhuus, verkætlanarleiðari fyri Nærverkið, sum luttók í partinum Starvsfólkamenning og rekrutering, og Olof Briem hjá Apoteksverkinum, sum luttók í partinum um Heilsutænastur. “Hetta er ein einastandandi viðurkenning fyri okkum, har ljós verður varpað á Føroyar og tær umstøður, vit arbeiða við her í mun til okkara partnarar”.

Regio Star Awards vísir á týdningarmiklar verkætlanir, sum kunnu vera fyrimynd og íblástur fyri onnur lond í Evropa.

Luleå Kommuna, hevur leingi havt fokus á eldraøkið, og hevur arbeitt bæði internt og í ymiskum EU verkætlanum. At verkætlanin Okkara Lív sum Eldri fær viðurkenning frá EU, síggja vit sum framgongd fyri okkara málrættaða arbeiði, leggur Anna-Lena aftrat.

Føroya Kommunufelag luttók í verkætlanini Okkara Lív sum Eldri 1 frá byrjan í 2004,og Nærverkið, saman við Apoteksverkinum, komu við í Okkara Lív sum Eldri 2, har úrslitini frá fyrsta partinum vóru sett í verk.

Verkætlanin er tvørtjóðarlig og fíggjað av Evropasambandinum via Útnorðurskránna (Northern Periphery Program). Málið hevur verið at hækka støðið á framtíðar eldraøkinum. Arbeitt hevur verið í fýra ymiskum partsverkætlanum, Netverk, Bústaðir, Heilsutænastur og Starvsfólkamenning og rekrutering. Verkætlanin endaði í maj mánaði í ár. Les meira á http://www.ourfuture.eu/.

Umframt Føroya Kommunufelag, Nærverkið og Apoteksverkið, hava Luleå í Svøríki, Bodø í Norra, Oulu í Finlandi, Hafnafjørður, Hornafjørður og Akureyri í Íslandi luttikið Í verkætlanini.

tíðindaskriv

Aftur