24.06.2010
Vinnarar funnir til Umhvørvisátakið 2010

Vinnarar til Umhvørvisátakið 2010 eru funnir og verða avdúkaðir í Perluni í Tórsgøtu hósdagin 24.juni kl. 16.
Átakið fevnir í ár um 4 evni: Best røkta bygd, Best røkta bygdagøta, Ársins grøni Stovnur og Besta átak. Átakið er fyriskipað av Agenda 21 Stovuni, sum er samskipari, Umhvørvisstovuni og VisitFaroeIslands.
Í alt meldaðu 9 kommunur seg til kappingina við 13 uppskotum. Í byrjan av juni var metingarnevnd runt landið og vitjaði hesar kommunur, og hevur síðan viðgjørt umstøðurnar og standin í hesum plássum í mun til fleri viðurskifti.
M.a. er hugt eftir hvussu byggingin er fyriskipað, hvussu umhvørvisviðurskiftini eru í mun til reinføri, spillivatn og burturkast, og um møguliga varðveiting av fólkalívsminnum og søguligum bygningum, og annars hvussu umstøðurnar eru hjá borgarunum til felags tiltøk, ferðavinnuumstøður, og um kommunan hevur eina miðvísa ætlan um burðardygga menning.
Metingarnevndin er umboðað við Agenda 21 Stovuni hjá Føroya Kommunufelag, Umhvørvisstovuni, VisitFaroeIslands (ferðavinnudeildin á Uttanríkismálaráðnum) og Føroya Náttúruverndarfelag.
Tær 9 kommunurnar, ið luttaka í kappingini eru: Sunda Kommuna, Runavíkar Kommuna, Fuglafjarðar Kommuna, Eystur Kommuna,Vestmanna Kommuna, Sørvágs Kommuna, Vága Kommuna, Porkeris Kommuna og Fámjins Kommuna.
Umhvørvisátakið er afturvendandi við 2 ára millumbili og verður sostatt aftur í 2012. Innlendismálaráðið fíggjar átakið, ið eisini er stuðlað av FøroyaPrent og Tórshavnar Kommunu.








