02.11.2010

Vestnorden Foresight 2030

Saman við Granskingardepilinum fyri Samfelagsmenning, luttekur Føroya Kommunufelag í norðurlendsku verkætlanini “Vestnorden Foresight” , har lokalsamfeløg í Føroyum, Íslandi og Grønlandi  arbeiða við framskygdum ætlanum fyri lokala menning fram til 2030.

Í hesum sambandi verður í næstum skipað fyri verkstovum í Suðuroy og Sandoy, har umboð fyri lokalar myndugleikar og lokalsamfelagið verða boðin, at koma við teirra boðum um framtíðina.

Lokalsamfeløg uttanfyri meginøkini, her heima og í grannalondunum, standa yvirfyri stórum avbjóðingum. Fólkatalið er minkandi, serliga tey ungu flyta burtur og talið av kvinnum í burðarførum aldri minkar, fá størv eru og nærum ongin til útbúgvi fólk, frítíðarmøguleikarnir eru smáir og ringt er at koma til og frá.

Endamálið við verkstovunum er at taka trupuleikarnar upp á lokalum støði og arbeiða við framskygdum ætlanum fyri menningina av Suður- og Sandoynni til 2030. Høvuðsspurningarnir eru: hvussu kann lokalsamfelagið umstilla seg í mun til avbjóðingarnar, hvussu kunnu lokal átøk fremjast og hvussu kunnu attraktiv lokalsamfeløg, har fólk trívast, skapast.

Umboð fyri kommunurnar, vinnuna og lokalsamfelagið eru boðin á verkstovur í Suðuroy 8. november og á Sandoynni 15. november.

Verkætlanin, sum er samstarv ímillum Føroya Kommunufelag, kommunufeløgini í Íslandi og Grønlandi og granskingarstovnar í londunum, koyrir í fyrstu atløgu fram til ársenda og er stuðla av Norðurlendska ráðharraráðnum.