05.01.2011
SSP-sáttmáli undirskrivaður

Formennirnir í Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya og landsstýrisfólkini í Almanna-, Heilsu- og Mentamálum undirskrivaðu í dag nýggjan SSP-sáttmála.
SSP er eitt formligt samstarv millum skúla, sosialar myndugleikar og løgregluna í Føroyum. Málið er, at skapa samstarv millum fakfólk, ið arbeiða við børnum og ungum, við tí fyri eyga at fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði ímillum børn og ung.
Tað er Barnaverndarstovan, ið umsitur SSP-samstarvið, har Óli Rubekksen er settur sum SSP-ráðgevi. Arbeitt verður m.a. við økisbólkum við starvsfólkum úr skúlum, barnaverndartænastum og NSR-tænastum kring landið.
Í 2011 er serligt fokus á Ung og Rúsevni. Hettar er í samband við, at ung í dag verða yngri og yngri, fyrstu ferð tey smakka sær á ella royna rúsevni. Alkohol og rúsevnir eru samstundis aloftast innblandaði, tá ung gera kriminalitet.
Ásbjørn Djurhuus, formaður í Føroya Kommunufelag, segði í røðu til undirskrivingina m.a., at vit eiga at fanga børn og ung, áðrenn tey falla út í kriminalitet. Hetta tí tað vísir seg vera ógvuliga trupult, at koma burturúr tí, er man fyrst blivin kriminellur. At leiðbeina tey ungu, áðrenn tað kemur so langt, kann vera við til at geva teimum betri byrjan uppá lívið. Harvið fáa tey eitt betri lív, fleiri møguleikar og kunnu geva til samfelagið.
Meira um SSP-samstarvi sæst her.
Mynd: Óli Jákup Rólantsson








