17.02.2010

Sandur og Kvívík samtykt Grøna skjalið

Sands kommuna er onnur av stóru kommununum á Sandoynni. Kvívíkar kommuna fevnir um bygdirnar Kvívík, Stykkið, Leynar, Skæling ogVálin. Mynd: Erik Christiansen.

Við at samtykkja og skriva undir skjalið vilja kommunurnar taka sín part av ábyrgdini at fremja eina burðardygga samfelagsmenning, sum tryggjar lívsgrundarlag og lívsgóðsku fyri núlivandi og komandi ættarlið.

Somuleiðis virka kommunurnar fyri, at virksemi í býum og bygdum ikki ávirkar náttúruligu javnvágina hvørki í lokalum ella í globalum høpi.

Grøna skjalið kann lesast her.

Aftur