28.10.2010
Økisfundur í Suðuroy

Eins og undanfarin ár bjóðar Føroya Kommunufelag kommunustýrislimum og -starvsfólki í Suðuroynni á økisfund. Endamálið er at møtast við limirnar, hoyra um ynskir og trupulleikar, kjakast um politisk evnir og kunna um virksemið hjá felagnum.
Fundurin verður hildin mikudagin 10. november á Hotel Øravík.
Á fundinum fer Ásbjørn Djurhuus, formaður, m.a. at røða um aktuellar politiskar avbjóðingar hjá kommunum. Serliga aktuellar avbjóðingar í dag eru politiska tilgongdin í mun til nýskipan av kommunala geiranum, spurningurin um millumkommunala útjavning og flytan av málsøkjum frá landi til kommunur.
Í samband við fundin verður eisini kunnað um virksemið í felagnum annars. Her fer m.a. nýggi leiðarin á Agenda 21 stovuni, Kári Thomsen, at greiða frá virkseminum á stovuni.








