03.03.2010

Nýggjur ráðgevi hjá FKF

Bergmann Finnsson

Føroya Kommunufelag hevur sett Bergmann Finnsson, at ráðgeva felagnum og limunum.

Bergmann er útbúgvin landa- og søgufrøðingur frá Roskilde Universitet í 2005 við sergrein í kommunumálum og lokalari menning.

Bergmann hevur royndir frá kommunalum høpi annars. Seinastu fýra árini hevur hann verið leiðari á Agenda 21 stovuni og samskipað arbeiðið við burðardyggari menning í kommununum. Harafturat hevur hann loyst ymsar uppgávur fyri felagið.

Hann byrjar í nýggja starvinum 1. marts.

Aftur