07.12.2010

Nýggj avtala um Listaleypin

Á samkomu í Norðurlandahúsinum týsdagin 7. des. skrivaði Ásbjørn Djurhuus, formaður í Føroya Kommunufelag, undir nýggja avtalu um Listaleypin.

Listaleypurin er samstarv ímillum Føroya Kommunufelag, Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið  og Kommunusamskipan Føroya, og hevur til endamáls at fremja mentunartiltøk til skúlabørn.

Skipanin gevur møguleika hjá skúlabørnum kring landið, at uppliva list á høgum støði. Samstundis gevur skipanin listafólki høvi, at koma út á skúlarnar við teirra list og møguleika at greiða næmingunum frá teirra serligu listagreinum.

Fíggjarkarmurin  er 600.000 kr. árliga, harav kommunurnar gjalda  triðingin og Mentamálaráðið og Norðurlandahúsið restina. Kommunurnar, sum luttaka í skipanini, gjalda inn í skipanina eftir innbúgvaratali.