17.06.2010

Kommunala umskipanin á breddan

 

Albert Ó. Ellefsen, borgarstjóri í Vága kommunu, umboðar,  saman við Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóra í Viðareiðis kommunu, limakommunurnar í politiska fylgibólkinum í samband við kommunalu umskipanina.

Fyri lítlum ári síðani kom Kommunuálitið, við tilmælum til Anniku Olsen, landstýriskvinnu í innlendismálum, um framtíðina á kommunala økinum.

Álitið legði m.a. upp til færri og størri kommunalar eindir, at eldra- og fólkaskúlaøki verða løgd út til kommunurnar at umsita og at ein millumkommunal útjavningarskipan verður sett á stovn.

Í mars var aðalorðaskifti í tinginum um kommunalu umskipanina og málið var síðan lagt í ein tvørpolitiskan arbeiðsbólk, har umboð fyri allar flokkar vóru umboðaðir. Síðan tá hevur andstøðan tó tikið sínar limir úr bólkinum og sostatt sita nú bert umboð fyri samgonguflokkarnar í hesum bólkinum.

Nú er so settur ein politiskur fylgibólkur, har umboð fyri kommunurnar, landstýrisráðini og politisku flokkarnar sita í. Andstøðuflokkarnir eru heldur ikki umboðaðir í hesum bólki.

Fyrsti fundurin í politiska fylgibólkinum verður 1. juli.

Aftur