15.10.2010
Jógvan í Løðuni sjeyti

Í dag fyllir ein tann kommunalpolitikarin, sum hevur verið longst uppi í kommunalpolitikki, 70 ár. Tað er Jógvan K. Mørkøre, Jógvan í Løðuni, á Eiði.
Jógvan hevur ikki bara verið virkin í kommunalpolitikki, men eisini í Føroya Kommunufelag, har hann bæði hevur verið formaður og nevndarlimur.
Umhvørvið hevur altíð staðið honum nær, og var hann ein av teimum sum skipaði fyri ruskinnsavning inni í Norðstreymi og Norðureysturoy, hesar ruskinnsavningarnar vóru síðan spírini til IRF. Jógvan er ein maður, sum leggur dent á tað praktiska arbeiðið, men hann er ikki bangin fyri at hava og diskutera meiningar og torir at standa við sítt, hóast tað ikki er “populert”.
Kommunalt sjálvstýri er eitt hjartabarn hjá Jógvani, fyri honum er tað avgerandi at borgarin tekur ábyrgd av egnum viðurskiftum og tekur fylgjurnar av tí.
Føroya Kommunufelag ynskir Jógvani til lukku við teimum sjeyti.








