30.11.2010

Frá økisfundinum í Suðri

Formaður og starvsfólk felagsins vitjaðu limirnar í Suðri í farna mánaði.

Ásbjørn Djurhuus formaður FKFgreiddi frá málum sum eru uppi í felagnum í løtuni, herímillum kommunusamanleggingar. Fundarfólk vóru samd um at drálið hjá landsstýrinum at taka støðu í málinum, var alt annað enn gagnligur fyri kommunurnar, sum bíða eftir at koma víðari, samanlagdar ella ikki.

Sveiney Sverrisdóttir skrivari greiddi frá gongdini í verkætlanini Okkara Lív sum Eldri, har implementeringarnar frá fyrsta partinum eru væl ávegis. Verkætlanin er í samstarvi við kommunur í Útjaðarinum, og við stuðli frá m.a. Evropa sambandinum.

At kommunurnar veita umstøður fyri eldri borgarar at møtast og vera saman um aktivitetir er gagnligt fyri allar partar. Hetta hevur, millum annað, tiltakið Rørslur í Vágunum víst, tí talið á nýggjum brúkarum í heimarøktini hevur stórliga minkað síðani tiltakið byrjaði.

Bergmann Finnsson ráðgevi greiddi frá verkætlanini Vestnorden Forsight, sum er í samstarvi við Granskingardepilin og kommunufeløgini í Íslandi og Grønlandi, og fíggjað av Norðurlenska Ráðharraráðnum. Endamálið er at vísa á framtíðarúlit hjá borgarum í útjaðarinum og um hvørji lokal tiltøk kunnu stuðla uppundir størri trivnað.

At enda greiddi Kári Thomsen ráðgevi á Agenda 21 stovuni frá tiltøkum sum hóska til Suðuroynna. Her ímillum var umrøtt vindorka, vakstrarhús og skráseting av plantum v.m.

frá fundinum.

Frá fundinum.