15.11.2010
Foresight verkstova í Sandoynni

Fyrra verkstovan í Vestnorden Foresigh verkætlanini var hildin í Sumbiar skúla 8. nov. Umboð úr allari Suðuroynni luttóku og var lívligt kjak um framtíð Suðuroyar, hvat er møguligt og hvussu sett mál kunnu náast.
Onnur verkstovan í samband við Foresight verkætlanina verður á Sandoyar meginskúla hóskvøldi 18. nov., kl. 17-21. Umboð fyri kommunurnar í oynni, -áhugafeløg og lokalsamfelagið eru boðin, at koma og leggja framtíðar ætlanir fyri oynna.
Hetta er seinna verkstovan í samband við henda fyrsta part av verkætlanini. Føroya Kommunufelag og Granskingardepilin fyri samfelagsmenning fara síðani at taka samanum arbeiðið við tí fyri eyga, í samstarv við luttakararnar og lokalsamfeløgini, at vísa á átøk og leggja ítøkiligar ætlanir , sum kunnu verða við at menna økini frameftir.








