17.08.2010

Estlendingar vitja

Estlendingarnir

Í døgunum 17. til 19. august, er Føroya Kommunufelag vertur fyri vitjan frá Estlandi.Tað eru umboð frá Parnu økinum sum eru her fyri at kunna seg um ymisk  viðurskifti í Føroyum.

Estlendingarnir eru sera áhugað at hoyra um viðurskiftini viðvíkjandi kommunubygnaðinum og øðrum, sum sæst av  skránni  fyri vitjanina.

Sjálvt um tey koma frá einum øki við íbúgvatali sum er størri enn í Føroyum, hava tey nógv til felags viðvíkjandi teimum problemum, sum okkara limakommunur hava.

Meira um Parnu økið kann heintast her.