10.06.2010
Dagstovnalógin endurskoðast

Karl Olsen, stýrislimur og borgarstjóri í Vestmanna, umboðar felagið í arbeiðsbólkinum at endurskoða dagstovnalógina.
Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í mentamálum, hevur sett arbeiðsbólk, við umboðum úr Mentamálaráðnum, kommunufeløgnum og pedagogfelagnum, at endurskoða dagstovnalógina.
Dagstovnalógin er høvuðskarmurin fyri virksemið hjá kommunalum dagstovnum, frítíðarskúlum og dagrøktum. Lógin var sett í gildi í 2000 og er nógv vatn runnið í ánnað síðan, m.a. hevur í seinastuni verið nógv frammi um samstarv ímillum dagstovn og skúla, at gera 5-6 ára gomul skúlaklár.
Arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum skal verða liðugt 1. desember 2010.
Aftur








