25.03.2010
Býráð í Sunda kommunu

Á kommunustýrisfundi 22. mars skifti bygdaráðið í Sunda kommunu heiti til býráð.
Í kommunustýrislógini verður heimilað kommunustýrum í kommunum, við meira enn 1500 íbúgvum, at nevna seg býráð. Kommunustýrið tekur sjálvt avgerð um hettar.
Býráð er eitt annað heiti fyri kommunustýrið og ávirkar ikki virksemið hjá kommunustýrinum annars.
Býráðsheiti gevur tó borgarstjóranum rætt at víga fólk.








