06.02.2011
Borgarstjórafundur um kommunalu umskipanina

Felagið skipar i týsdagin 8. februar fyri borgarstjórafundi, har nýggjasta útspælið frá IMR um framtíðar kommunala geiran, verður umrøtt.
Annika Olsen, landsstýriskvinna, kemur á fundin, at greiða frá útspælinum og ætlaninum frameftir.
Útspælið frá IMR leggur upp til:
9 kommunal samstarvsøkir, har sjálvbodnar samanleggingar kunnu fara fram.
Eldraøkið verður lagt út til kommunalu økini at umsita frá 2013.
Fólkaatkvøður um samanleggingar í samstarvsøkjunum skulu leggja grund undir eina fólksliga tilgongd í samband við umskipanina.
Landsstýriskvinnan hevur boða frá, at hettar er seinasta royndin at finna semju um kommunumálið. Fær fyriliggjandi uppskot ikki undirtøku, ger hon ikki meira við málið.
Fundurin verður hildin á Hotel Hafnia frá kl. 10:00 til 12:00.








