21.11.2010

Alment útboð

Á seinasta stýrisfundi vóru umboð frá Vinnumálaráðnum og vitjaðu. Evnið til umrøðu var arbeiði sum er ígongd um alment útboð. 

Niels Winther og Erika Anne Hayfield frá VMR  vístu til samstarvið sum er við FKF og aðrar partar um uppskotið. VMR sær helst at tað almenna, land og kommunur, brúka somu reglum viðvíkjandi innkeypi og útboði.

Atlit skal vera tikið til lokalar fyritøkur, við møguleikanum at petta útboðstilfar í eindir ella vørutýpur.

Spurningurin er, um land og kommunur skulu hava felags politik, ella um einstøku kommunurnar orða sín egna politikk.


Stýrið tekur undir við arbeiðinum hjá bólkinum sum lagt er fram.

Stýrislimir og umboð VMR.