14.02.2012
44. umboðsráðsfundur FKF
Føroya Kommunufelag heldur sín 44. umboðsráðsfund í døgunum 24. og 25. februar, á hotel Hafnia.
Umboðsráðsfundurin er 24. februar, við fastari skrá sambært lógum felagsins.
Kári P. Højgaard kommunumálaráðharri og Jørgin Niclasen fíggjarmálaráðharri, vitja almenna fundin leygardagin 25. februar, og fáa kjak við kommunupolitikarar og kommunal starvsfólk um kommunuviðrskifti.
Aftaná, eru fleiri fyrilestrar har temaið er "Kommunan og alternativ orka". Høvuðsframløguna hevur er Preben Maegaard, stjóri fyri Nordvestjydsk Folkecenter for Vedvaranede Energi, sum gevur boð uppá, hvussu samfelagið sær út innan elorkuøkið í 2050. Eisini luttaka okkara limir við frásøgnum um alternativ tiltøk í teirra kommunum.
Sí skránna her.








