10.02.2011

43. umboðsráðsfundur FKF 2011

Føroya Kommunufelag heldur sín 43. umboðsráðsfund í døgunum 18. og 19. februar 2011, á Panassinum á hotel Hafnia.

Fundurin 18. februar er einans fyri umboðsráðslimirnar.  Fundarskráin er sambært lógum felagsins.

Á leygardagsfundinum er fokus settur á landsstýrisins ætlanir viðvíkjandi kommunala bygnaðinum.  Avvarandi landsstýrismenn og embætisfólk fara at greiða frá gongdini í málinum og hvussu teir ætla, at farast skal fram.

Fundarskrá 18. februar.

Fundarskrá 19. februar.

Aftur