17.02.2010
42. umboðsráðsfundur Føroya Kommunufelags

Annika Olsen lsm.
Felagið heldur sín 42. umboðsráðsfund í døgunum 19. og 20. februar á Hotel Hafnia. Hesin árligi fundur er væl vitjaður, við uppí móti 100 luttakarum, sum savnast til at lurta og kjakast um kommunal viðurskifti.
Umboðsráðsfundurin er 19. februar við fastari skrá sambært lógum felagsins. Leygardagin 20. februar er opin fundur fyri kommunustýrislimum og starvsfólki
Sum siðvenja er, vitjar landsstýrismaðurin í kommunumálum,Annika Olsen lsm leygardagsfundin.
Á leygardagsfundinum er kommunubúskapurin, samanlegging og fólkaræði til umrøðu.Børre Stolp, konsulentur hjá norska kommunufelagnum, umrøðir útjavning. Eyðun Jacobsen á Hagstovu Føroya, tekur m.a. upp samspælið millum kommunala búskapin og landsins fíggjarpolitikk. Reidar Nónfjall, stjóri á Handilsskúlanum, umrøður samanlegging og lokaldemokrati.
Fyrrverandi stýrislimur FKF, Palli Dalsgaard,vitjar fundin og hugleiðir um kommunupolitikk.
Sí fundarskránna her.
Aftur








