Kommunustovan

 

Uppgávurnar hjá Kommunustovuni fevna um breitt arbeiðsøki, her millum

  • - at ráðgeva limunum, stýrinum og formanninum
  • - fyrireika fundir
  • - skipa fyri skeiðum fyri limirnar
  • - luttaka í bólkaarbeiði saman við landsumsitingini
  • - luttaka í millumtjóða samskifti
  • - hava um hendi tvørtjóða verkætlanir
  • - umsita heimasíðu felagsins
  • - vanligar skrivstovuuppgávur. 

 

Formaður felagsins hevur dagligu leiðsluna av skrivstovuni um hendi. Umframt formannin, starvast ein skrivari og ein ráðgevi fulla tíð hjá felagnum. Ein skrivstovuhjálp í vardum starvi er nakrar tímar um vikuna. Hesi hava tilvísing og eru undir leiðslu formansins.

 

Aftur - Heim