08.03.2010
Kapping um ársins grøna stovn í 2010

Umhvørvisátakið fer í ár millum annað at snúgva seg um grønar stovnar.
Dentur verður lagdur á, hvat stovnar gera, fyri at minka um orkunýtsluna, burturkastnøgdir og kemikaliinýtslu. Eisini verður fokuserað á, hvat verður gjørt fyri at motivera starvsfólk og brúkarar á stovnunum at luttaka í átakinum.
Allir stovnar, bæði kommunalir, almennir og privatir, kunnu luttaka í kappingargreinini , og fer dómsnevndin at leggja dent á fylgjandi atlit:
Rakstur og átøk
Dentur verður lagdur á átøk, sum minka um orkunýtsluna, brúkið av dálkandi evnum, mongdina av burturkasti og átøk, sum menna endurnýtslu ella endurvinning á stovninum.
Motivatión av starvsfólki og brúkarum
Dentur verður lagdur á, hvat er gjørt fyri at eggja starvsfólki og brúkarum til at kenna ábyrgd av og luttaka í grønu átøkunum.
Ætlanir og samstarv
Dentur verður lagdur á, hvørt stovnurin hevur ítøkiligar ætlanir á grøna økinum og í hvønn mun hesar eru fylgdar. Skipað samstarv við játtanarmyndugleikan, kommunu ella land, um fíggjarliga partin av grønu átøkunum, telur eisini jaligt.
Freistin at melda Umhvørvisátakið og “Ársins grøni stovnur” er í mai 2010. Nærri verður kunnað um hetta seinni.
Aftur








