01.04.2011
Fundur um nýggju bygningsreglugerðina
Føroya Kommunufelag bjóðar avvarandi nevndarformonnunum og tekniskum leiðarum á fund við Biritu Wardum Wardum, hjá Landsverk, og Jógvan K. Mørkøre, umboð felagsins í bólkinum sum arbeiðir við at gera nýggja bygningsreglugerð.
Nýggja lóggávan fer at hava við sær størri krøv til umsitingina og til bygging yvir høvur, og vil felagið við hesum fundin stuðla uppundir, at limirnir fáa innlit í arbeiðið.
Evni:
- Skipan av arbeiðinum og arbeiðið í verkætlanarbólkinum
- Føroyska bygningsreglugerðin
- Tíðarætlan
- Broytingar
Fundurin verður á Hotel Hafnia, 11. april kl. 13:00-15:00.
Aftaná fundin, er møguleiki hjá fundarluttakarum at møta umboðum frá LEDFO, sum ynskja at kunna um loysnir innan ljós, sum kuta niður bæði orkunýtslu, CO2-útlát og rakstrarkostnað, samstundis sum tær veita heilsugott dygdarljós.
Ger so væl at boða frá luttøku innan 8. april kl. 12:00 við telduposti á kontakt@fkf.fo.








