Felagslóg
NAVN OG ENDAMÁL
§1. Navn felagsins er: Føroya Kommunufelag. F.K.F.
2. petti. Heimstaður felagsins er Kvívík.
§2. Endamálið er í samarbeiði at virka fyri at fremja áhugamál sum eru felags fyri limakommunurnar, at standa saman í felags áhugamálum yvir fyri ríkisstjórn, løgtingi og landsstýri og øðrum innlendis stovnum, at virka fyri størri samarbeiði ímillum kommunustýrini, at skipa fyri upplýsing kommunumálum viðvíkjandi og at skipa fyri, at fyrilestrar og tjakfundir vera fyri kommunustýrislimum og kommunalum starvsfólkum um serstakar tættir kommunuarbeiðinum viðvíkjandi.
LIMASKAPUR
§3. Allar kommunur kunnu gerast limir. Kommuna sum vil gerast limur, sendir felagnum skrivliga boð um hetta.
UMBOÐSRÁÐIÐ
§4. Á fyrsta kommunustýrisfundi eftir at kommunuval hevur verið, velur hvør limakommuna millum kommunustýrislimirnar ein umboðsráðslim og ein varalim til umboðsráðið, sum kemur saman áðrenn 1. mars í tí árinum.
§5. Hvør umboðsráðslimur hevur 1 atkvøðu.
2. petti. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta tá einki annað er tilskilað. Um atkvøðurnar standa á jøvnum, er uppskotið fallið.
3. petti. Tá veljast skal millum fleiri uppskot, verður meirilutavalháttur brúktur. Fyrst verður valt millum øll uppskotini. Um eitt uppskot fær meira enn helmingin av greiddu atkvøðunum ella fær bara eitt uppskot atkvøður, er hetta samtykt. Um hesar treytir ikki eru loknar, verður atkvøtt umaftur millum øll uppskotini. Fær eitt uppskot hesa ferð meira enn helmingin av greiddu atkvøðunum ella fær bara eitt uppskot atkvøður, so er hetta samtykt. Eru treytirnar ikki loknar, verður bundið val millum tey bæði uppskotini, sum við aðru atkvøðugreiðslu fingu flestar atkvøður. Um tað stendur á jøvnum millum uppskotini, so verður við lutakasti avgjørt hvørji uppskot valt skal verða ímillum við bundna valið. Standa atkvøðurnar á jøvnum eftir bundna valið, verður avgerðin tikin við lutakasti.
§6. Umboðsráðið er hægsta vald felagsins.
2. petti. Umboðsráðið er viðtøkuført tá helvtin av limunum eru møttir.
§7. Boðað verður til umboðsfund ein mánað frammanundan.
2. petti. Formaðurin avger hvar fundurin skal vera.
3. petti. Formaðurin lýsir til fundar, tá hann heldur tað nýtist. Annars verður í minsta lagi ein fundur um árið.
4. petti. Undir heilt serstøkum umstøðum kann formaðurin kalla til eykafund við styttri frest, enn ásett er í hesi grein, og kann tá verða boðað ígjøgnum telefon við tilskilan um, hvat skal koma til viðgerðar. Í slíkum føri skal umboðsráðið, sum fyrsta mál, góðkenna fundin og skránna.
§8. Fundarskrá verður kunngjørd limakommununum skrivliga saman við fundarboðunum.
2. petti. Á øllum fundum umboðsráðsins er val av fundarstjóra fyrsta mál á skránni, og hevur hesin leiðsluna av fundinum.
3. petti. Kommunustýri og kommunustýrislimir, sum vilja hava mál til viðgerðar á umboðsráðsfundi, skulu senda felagnum hesi skrivliga seinast 14 dagar áðrenn fundin.
4. petti. Tó kann fundurin avgera at taka mál upp, sum ikki lúka treytirnar í 3. petti, um meira enn helvtin av møttu limunum atkvøða fyri at taka málið upp. Undantikin hesu reglu eru tó mál, sum hava fíggjarliga týðandi avleiðingar fyri felagið og lógarbroytingar.
§9. Umboðsráðið avger hvussu mikið limagjaldið skal vera. Broytingar í limagjaldinum verða kunngjørdar kommununum skrivliga til ein 1. april.
2. petti. Umboðsráðið skal góðkenna roknskapin fyri undanfarna ár og velur grannskoðara fyri felagið.
FORMAÐURIN
§10. Formaðurin hevur dagligu leiðsluna av felagnum. Hann fyriskipar hvussu málini verða at avgreiða. Formaðurin stendur til svars fyri stýrinum og umboðsfundinum. Formaðurin kann vera við á fundum hjá øllum nevndum og arbeiðsbólkum hjá felagnum.
STÝRIÐ
§11. Umboðsráðið velur millum umboðsráðslimirnar eitt stýri, ið er hægsta vald felagsins í tíðarskeiðinum millum umboðsfundirnar.
2. petti. Valið fer fram á tí fyrsta komandi umboðsráðsfundi eftir at kommunustýrisval hevur verið, og situr stýrið fram til tann fyrsta komandi umboðsráðsfund eftir kommunustýrisval.
3. petti. Í stýrið verða valdir 1 limur og 1 eykalimur fyri hvørt byrjað 3.000 íbúgvaratal, í hesum økjum:
- Norðuroyggjar
- Eysturoy (undantikið Sunda Kommunu)
- Streymoy og Sunda Kommuna
- Vágar
- Sandoy (Sandoy og Skúvoy)
- Suðuroy
4. petti. Verða tvey ella fleiri valevni skotin upp til ein sess, verður valt eftir meirilutavalháttinum, sambært §5, 3. petti.
5. petti. Stýrið skipar seg sjálvt við formanni og næstformanni.
6. petti. Um ein stýrislimur fer frá í valskeiðinum tekur eykalimurin við og stýrið velur ein nýggjan eykalim, ið skal lúka somu treytir sambært í §11, 3. petti sum tann, íð fer frá. Valið er galdandi fyri restina av tíðarskeiðinum, men skal verða góðkent á fyrst komandi umboðsráðsfundi. Verður hetta ikki góðkent, velur umboðsráðsfundurin limin eftir §11, 4. petti.
7. petti. Stýrið kann eisini seta serstakar nevndir at taka sær av einstøkum málum, ráðgeva stýrinum, umboðsráðsfundinum ella øðrum føstum nevndum.
8. petti. Skrivarastarvið, ella onnur størv, ið eru samtykt av umboðsfundinum, verða sett av stýrinum.
9. petti. Avgerðir í stýrinum verða tiknar við vanligum meiriluta. Um atkvøðurnar standa á jøvnum er atkvøða formansins avgerandi.
10. petti. Tá veljast skal millum fleiri uppskot verður meirilutavalhátturin brúktur, sí §5, 3. petti.
11. petti. Stýrið er viðtøkuført, tá 2/3 av limunum eru møttir.
12. petti. Stýrið ger sjálvt starvsskipan sína. Stýrið kemur saman minst 4 ferðir um árið.
13. petti. Stýrið kann seta eina starvsnevnd við 3 limum at taka sær av átrokandi málum ímillum stýrisfundirnar. Í starvsnevndini eru formaðurin, umframt 2 stýrislimir valdir av stýrinum.
§12. Formaðurin og skrivarin binda felagið við undirskrift teirra.
2. petti. Skjøl viðvíkjandi keypi, sølu og øðrum, sum hevur við fastar ognir at gera, lántøku og veðhaldsveitan, skulu verða samtykt av stýrinum og undirritað av formanninum saman við skrivaranum ella 1 stýrislimi.
3. petti. Formaðurin stendur til svars fyri ognum felagsins.
4. petti. Roknskaparárið er álmanakkaárið.
5. petti. Fasta limagjaldið er 0.1% av skattaskyldugu skattainntøkuni, og verður tað eftirhildið av Føroya Gjaldstovu, sum avroknar við felagið.
UPPSØGN AV LIMASKAPI
§13. Við minst 6 mánaða ávaring kann ein kommuna siga upp limaskap sín í felagnum til ein 1. januar.
LÓGARBROYTINGAR
§14. Uppskot til lógarbroytingar verða at senda limakommununum til viðgerðar minst 6 vikur frammanundan, og kunnu bert verða framdar, um minst 3/5 av teimum møttu umboðslimunum atkvøða fyri hesum.
§15. Lógin kemur í gildi tá ið hon er samtykt á eykaumboðsfundi.
Lógin er samtykt á umboðsfundi 26. februar 1988. Lógin er seinast broytt á umboðsfundi 11. februar 2005.








