Agenda 21 stovan

 

Agenda 21 stovan er sett á stovn í 2004 og er virksemið á stovuni fíggjað av Innlendismálaráðnum, Føroya Kommunufelag og kommununum í felag. Stovan heldur til í hølunum hjá Føroya Kommunufelag í Kvívík.

Virksemið er ráðgeving og stuðul til Agenda 21 verkætlanir og -tiltøk í kommununum. Harumframt verður skipað fyri kunning um burðardygga menning kring landið.

Stovan luttekur eisini, í samstarv við kommunur og onnur, í føroyskum- og í fleirtjóðaverkætlanum. 

Hevur tú spurningar ella hugskot um Agenda 21 og burðardygga menning er tú vælkomin at seta teg í samband við stovuna.

 

Aftur - Heim